Depositphotos 47113599 L
Sjóvinnufelagið

Forkunnugt ferðalag til Føroya

08. januar. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Sjóvinnufelagið skipar fyri kunnandi tiltaki á Hotel Hilton Garden Inn fyri føroyskari sjóvinnu og tænastuveitarum.

Í samband við, at Rosebank feltið verður útbygt beint eystanfyri føroyska markið, skipar Sjóvinnufelagið fyri kunningartiltaki á Hotel Hilton Garden Inn týsdagin 16. januar kl. 9.30. Tiltakið er liður í, at norska felagið Equinor í næstum fer undir at útbyggja stóru olju- og gassleiðina Rosebank.

Sjóvinnufelagið hevur í samstarvi við FOÍB fingið nøkur av oddafólkunum hjá Equinor í Bretlandi og Norra at vitja í Føroyum. Hesi fara á vitjanini í Føroyum at hyggja nærri at føroyskari vinnu og fyritøkum, sum møguliga kunnu veita vørur og tænastur til stóru útbyggingina av Rosebank.

Í forkunnuga ferðalagnum, sum kemur til Føroya, eru millum onnur Arne Gürtner, stjóri í Equinor í Bretlandi, ið hevur evstu ábyrgdina at útbyggja Rosebank feltið, og Thomas Pirie, sum stendur á odda fyri sjálvari útbyggingini av Rosebank kelduni. Teir báðir fara at hava framløgur á tiltakinum, har teir greiða frá komandi virkseminum á Rosebank og hvat fyri møguleikar hetta kann hava fyri føroyska sjóvinnu, veitarar til sjóvinnuna, eins og fyri aðrar tænastuveitarar í Føroyum.

Tiltakið er ætlað øllum, sum hava áhuga og tilknýti til føroyska sjóvinnu, og veitarar til sjóvinnuna í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding sum fer fram við at senda teldupost til industry@industry.fo í seinasta lagi 13. januar.

Eftir almenna tiltakið bjóðar Sjóvinnufelagið limum felagsins til kjak um virksemi felagsins og síðani eisini døgurða.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL