Frágreiðing um Landsverk handað

18. mai. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Arbeiðsbólkurin, sum Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setti í januar í ár at gera frágreiðing um virksemi hjá Landsverk, handaði landsstýrismanninum sína frágreiðing fríggjadagin í farnu viku.

Til at umboða byggivinnuna setti Vinnuhúsið ráðgevan hjá Føroya Handverksmeistarafelag, Jóhan Syderbø, í bólkin. Afturat sær hevði Jóhan fylgibólkar umboðandi bæði byggifyritøkur og ráðgevaravinnuna.

Vinnuligu sjónarmiðini í frágreiðingini eru í høvuðsheitum hesi:
• at Landsverk, í sambandi við útveiting, við tíðini avmarkar sín leiklut á marknaðinum til bert at keypa vørur og tænastur frá vinnuni.
• at Landsverk, í sambandi við útbjóðingar, heldur seg til yvirskipaðar reglur, so sum ABF06.
• at Landsverk mennir sínar førleikar sum byggiharri og sáttmálapartur á økjum, sum hava við bygging og infrakervi at gera.
• at tað er gjøgnumskygni í játtanini til Landsverk.

Frágreiðingin viðger eisini møguleikar fyri samanlegging við aðrar almennar stovnar. Eitt av endamálunum er at styrkja um møguleikarnar at útveita, tí Landsverk hevur longu í dag drúgvar royndir við útbjóðing og sáttmálastýring.

Frágreiðingin er tøk her

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4