Framløga við Bjarna Arge, miðlafrøðingi

07. mars. 2022 | Tíðindi | Handilsvinna

Eru sosialir miðlar góðir fyri fólk og fyritøkur? Hetta er heitið á framløgu, sum Bjarni Arge, miðlafrøðingur, fer at halda fyri limunum í Handilsvinnufelagnum, hósdagin 10. mars kl. 15 í Vinnuhúsinum

Sosialir miðlar lumpa okkum hvønn dag. Vit lesa uppsløg, sum eru sniðgivin til okkum. Tað, vit halda, verður styrkt, og tað, vit ikki halda, verður fjalt.

Spyrt tú serfrøðingar, so eru nógvar góðar orsøkir hjá fyritøkum at brúka sosialar miðlar. Tað selur vørur. Og tað passar eisini. Men eru fyritøkur ikki eisini við til at skapa fortreytirnar fyri, at vit liva í hvør sínum veruleika í dag gjøgnum sosialar miðlar? Kundu lýsingapengarnir, sum fara til Facebook, gjørt størri samfelagsligt gagn aðrastaðni? Er tað skilabetri í longdini at lýsa á Facebook enn at banka upp á dyrnar hjá fólki?

Tað fer Bjarni Arge, miðlafrøðingur, at hugleiða um í Vinnuhúsinum, hósdagin 10. mars kl. 15.

Bjarni Arge er eisini kendur sum annar av vertunum í Amatøroyar.

Tiltakið er ókeypis fyri limir í Handilsvinnufelagnum

Tey, sum ætla sær at koma til tiltakið, verða vinarligast biðin um at boða Vinnuhúsinum frá luttøka í seinasta lagi mikudagin 9. mars á middegi.

Bjarni Arge, miðlafrøðingur

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L