Føstulávintsmánadag t. 12. februar verður árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umboð fyri verkætlanir, sum hava fingið stuðul frá Fiskivinnuroyndum, leggja fram. Framløgudagurin verður á Hotel Føroyum og byrjar stundisliga kl. 9.30.
Umframt framløgu av ymisku verkætlanunum er sum vant eisini ein temaframløga á skránni. Í ár verður tað stjórin í Matis, Sveinn Margeirsson, sum fer at leggja fram um teirra royndir, og eitt tilmæli um, hvussu Føroyar kunnu stovna og menna eina líknandi skipan. Matis er íslendsk almenn fyritøka, sum í samstarvi við vinnufyritøkur granskar í og mennir matvørur.
Luttøka á framløgudegnum er ókeypis, men neyðugt er at melda til í seinasta lagi hósdagin 8. februar.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Fiskivinnugransking www.fvg.fo, og har sæst skráin fyri dagin eisini.