G1A4363
Havbúnaðarfelagið

Framløgurnar frá Aliráðstevnuni nú tøkar

10. mars. 2025 | Tíðindi | Havbúnaður

Framløgurnar frá Aliráðstevnuni, sum varð hildin í februar, eru nú tøkar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum

Fríggjadagin 28. februar í ár skipaði Havbúnaðarfelagið fyri árligu Aliráðstevnuni, har fólk úr alivinnuni og onnur áhugað komu saman fyri at deila nýggjastu vitanina og umrøða menningarmøguleikar í vinnuni.

Á ráðstevnuni vórðu fleiri viðkomandi evni tikin upp. Ein týdningarmikil partur var at viðgera, hvussu alivinnan kann handfara og loysa ymiskar avbjóðingar, ið vinnan stendur fyri. Millum annað vóru framløgur um:

  • Hvussu laksalúsatrupulleikin kann stýrast meira skilagott
  • Hvussu fiskaheilsa kann betrast
  • Hvussu umstøður á firðunum kunnu ávirka alingina

Hartil varð eisini greitt frá ítøkiligum átøkum, sum eru gjørd í alivinnuni seinasta árið.

Nú kunnu øll áhugað kunna seg nærri um innihaldið og lesa meira um spurningarnar, sum vórðu viðgjørdir á ráðstevnuni. Framløgurnar frá degnum eru tøkar á heimsíðuni hjá Vinnuhúsinum her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya