Framstig at møguleikarnir fyri útveiting verða útgreinaðir

15. desember. 2014 | Áskoðan

Tað er eitt framstig at farið verður undir at kanna, hvørjar uppgávur og tænastur hjá Landsverk, kunnu veitast út til vinnuna at loysa.

Í farnu viku frættist, at ein kanning skal setast í verk, sum millum annað inniber at vita, um tað eru tænastur hjá Landsverki, sum kunnu útveitast til privat at røkja. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað eigur at verða ein meginregla, at tað privata veitir tí almenna so nógvar tænastur sum gjørligt, og at hetta verður gjørt við skili.

Landsverk veitir tænastur innan byggi- og annleggsvinnuna, sum fyritøkur eins væl kundi veitt og sostatt vil úrsltið av eina slíkari útgreining alt annað líka koma fyritøkunum um landið til góðar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at kanningin verður gjørd og vit luttaka fegin í arbeiðinum at útgreina hvørjar tænastur liggja best hjá vinnuni.   

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya