Freistin at melda til Vinnudagin úti í morgin

27. september. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hátíðardagurin hjá føroyskari vinnu verður fríggjadagin. Melda til á www.industry.fo

Áhugin fyri Vinnudegnum í ár er stórur, og væntandi verða omanfyri 300 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 1. oktober.
Skráin fyri Vinnudagin 2010 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, spennandi kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.
Sum nakað nýtt á Vinnudegnum verður eitt spennandi kjak um støðuna í Føroyum í dag. Kjakið hava vit sett á skránna fyri at fáa sett orð á nøkur av teimum viðurskiftum, sum vit meta eru ein trupulleiki í samfelagnum, sum vit virka í, og sum forðar fyri menning av føroyska samfelagnum. Kjakluttakarar verða Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, Hans Andrias Sølvará, adjunktur í søgu á Fróðskaparsetri Føroya og Pól Huus Sólstein, stjóri á Atlantic Pelagic. Kjakið verður stýrt av tveimum av okkara fremstu journalistum, Brynhild Thomsen og Una Arge.
Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya