Freistin til kunning um eMVG og eTOLL er longd.

23. februar. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fleiri pláss eru eftir til tiltakið har kunna verður um eMVG og eTOLL. Freistin fyri tilmelding er tí útsett til mikudagin 25. februar.

TAKS hevur tvær skipanir, har fyritøkur kunnu avgreiða sínar MVG-uppgerðir og tolla sínar innfluttu vørur yvir internetið. Skipanirnar kallast eMVG og eTOLL, og minna nakað um heimagreiðsluskipanirnar hjá bankunum.
Vinnuhúsið vil tí, í samstarvi við TAKS, hjálpa limum sínum at koma í gongd við at nýta skipanirnar.
Tiltakið verður tann 26. februar 2009 kl. 15.00 á skrivstovuni hjá TAKS á Argjum og er tiltakið ókeypis fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløg.
Kunningartiltakið er ætlað bókhaldarum, fíggjarleiðarum og øðrum, ið eru von við at avroknað MVG og innflyta vørur.
Tað eru nógvir fyrimunir við eMVG- og eTOLL. Tær afturvendandi MVG-uppgerðirnar kunnu t.d. skrásetast og gjaldast elektroniskt, bæði lætt og ómakaleyst.
Við eTOLL kunnu feløg avgreiða tollin sjálvi, pappírleyst. Brúkarin skrásetur faktura og knýtir teir saman við góðsupplýsingunum, sum eru atkomuligir í skipanini.                   

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025