Frídagar um jólini

13. desember. 2021 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Jól og nýggjár eru í hondum, og niðanfyri er eitt yvirlit av frídøgum sambært lóg og sáttmálum í sambandi við jól og nýggjár.

Til ber at síggja eitt fullfíggjað yvirlit yvir frídagar á www.industry.fo

Jólaaftan:

Jólaaftan er hálvur frídagur hjá:

  • Føroya Handverkarafelag
  • Landsfelag Handverkaranna

  • Jólaaftan er heilur frídagur hjá hesum feløgum:
  • Føroya Arbeiðarafelag
  • Havnar Arbeiðarafelag
  • Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
  • Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
  • Samverk (áður nevnt S&K)
  • Atlantic Workers Union
  • YTF
  • Finansforbundet
  • Starvsfelagið (Posta og Føroya Tele)
  • Grafiska Yrkisfelagið
  • Føroysk Miðlafólk
  • Maskinmeistarar á landi

  • Um arbeitt verður merkir hetta, at tey sum hava hálvan frídag jólaaftan verða lønt við dupultari normalløn eftir kl. 12.00, og so leingi halgan varðar. Tey, sum hava jólaaftan sum heilan frídag sambært sáttmála, verða lønt við dupultari normalløn.

  • Jóladagur og annar jóladagur:
  • Jóladagur og annar jóladagur eru heilir frídagar, sum eru ásettur við lóg. Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt við dupultari normalløn so leingið halgan varðar.

  • Nýggjársaftan:
  • Nýggjársaftan er í ár ein fríggjadag.

  • Nýggjársaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:
  • Samverk (áður nevnt S&K)
  • Heilur frídagur hjá hesum feløgum:
  • Føroya Arbeiðarafelag
  • Havnar Arbeiðarafelag
  • Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
  • Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
  • Føroya Handverkarafelag (tó ikki galdandi fyri fastløntar handverkarar)
  • Landsfelag Handverkaranna (tó ikki galdandi fyri fastlønar handverkarar)
  • Atlantic Workers Union
  • YTF
  • Finansforbundet
  • Starvsfelagið (Posta og Føroya Tele)
  • Grafiska Yrkisfelagið
  • Føroysk Miðlafólk
  • Maskinmeistarar á landi

  • Somu ásetingar eru galdandi her sum fyri jólaaftan.

  • Nýggjársdagur:
  • Nýggjársdagur er heilur frídagur, ásettur við lóg.

  • Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt við dupultari normalløn so leingið halgan varðar.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4