Hvat siga lóg og sáttmálar um frítíð í jóla- og nýggjárstíðini?
Jól og nýggjár eru í hondum, og niðanfyri er eitt yvirlit yvir frídagar sambært lóg og sáttmálum í sambandi við jól og nýggjár.
Til ber at síggja eitt fullfíggað yvirlit yvir frídagar her.
Jólaaftan hálvur frídagur | Jólaaftan heilur frídagur |
|
|
Um arbeitt verður merkir hetta, at tey, sum hava hálvan frídag jólaaftan verða lønt við yvirtíð sambært sáttmála eftir klokkan 12:00, og so leingi halgan varðar.
Tey, sum hava jólaaftan sum heilan frídag sambært sáttmála, verða lønt við yvirtíð sambært sáttmála, so leingi halgan varðar.
Jóladagur og annar jóladagur
Jóladagur og annar jóladagur eru heilir frídagar, sum eru ásettir við lóg. Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt við yvirtíð sambært sáttmála, so leingi halgan varðar.
Nýggjársaftan hálvur frídagur | Nýggjársaftan heilur frídagur |
|
|
Somu ásetingar eru galdandi her sum fyri jólaaftan.
Nýggjársdagur
Nýggjársdagur er heilur frídagur, ásettur við lóg.
Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt við yvirtíð sambært sáttmála, so leingið halgan varðar.