Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar
Páskirnar standa fyri durum. Tí er gott at minnast til, at skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar, sum eru ásettir við lóg. Páskaaftan er heilur ella hálvur frídagur alt eftir felag.
Páskaaftan er heilur frídagur hjá hesum feløgum:
- Føroya Flogteknikarafelag
- Starvsfelagið (Føroya Tele og Posta)
- Føroysk Miðlafólk
Páskaaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:
- Føroya Arbeiðarafelag
- Havnar Arbeiðarafelag
- Havnar Arbeiðskvinnufelag
- Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
- Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
- Samverk
Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, og eftir kl. 12 hjá teimum, sum hava hálvan frídag páskaaftan, verður lønt við dupultari normalløn, so leingi halgan varir. Síggj yvirlit yvir lógar- og sáttmálaásettu frídagarnar her.
Vinnuhúsið ynskir øllum einar gleðiligar páskir.