Depositphotos 272277916 Xl

Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

22. apríl. 2025 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

Dagarnir gerast longri, tað er lýggjari í veðrinum, og náttúran vaknar við aftur. Summarið er í nánd, og tað merkir, tað er skilagott hjá arbeiðsgevarum at leggja summarfrítíðina til rættis. 

Frítíðarárið 2025–2026 byrjar 2. mai, og høvuðsfrítíðin skal haldast samanhangandi í tíðarskeiðnum 2. mai til 30. september. Sambært lógini um frítíð hava starvsfólk rætt til 30 dagar frí, har leygardagurin er taldur við; tað vil siga fimm vikur. 

Allir frídagar, sum ikki verða hildnir í høvuðsfrítíðini, skulu haldast í seinasta lagi 1. mai 2026.

Tað er arbeiðsgevarin, sum eigur endaligu avgerðina, nær frítíðin skal haldast, men sambært lógini um frítíð skal hetta gerast í samráð við starvsfólkini. Arbeiðsgevarin hevur skyldu at boða starvsfólkunum frá í rímiligari tíð, og í flestum førum verður ein mánaður ikki roknaður sum nóg long freist.

Samstundis, sum tað er skilagott at leggja summarfrí til rættis nú, er tað síðsta útkall at halda restfrítíð frá verandi frítíðarári. Frítíðarárið 2024-2025 endar 1. mai í ár, og um starvsfólk hava frídagar til góðar, skulu teir haldast áðrenn 2. mai.

Á heimasíðuni kunnu limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag finna fleiri upplýsingar um frítíð og rættindi her. Gev gætur, at kollektivir sáttmálar kunnu hava aðrar ásetingar um frítíð.

Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)