From Space To Earth Forsíða

From Space to Earth

27. oktober. 2023 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Fríggjadagin 3. november kl. 13:30-17:00, skipar Ráðgevarafelagið fyri eini forvitnisligari og øðrvísi ráðstevnu í Kongshøll undir heitinum From Space to Earth

Ráðgevarafelagið hevur fingið tveir serfrøðingar, Tina-Henriette Kristiansen og Kasper Guldager, at greiða frá evninum, hvussu rúmdarferðgransking fer at mynda framtíðar býir og bústaðir, samstundis sum teir eru í javnvág við okkara gongustjørnu.

Kostnaður fyri ráðstevnuna er 700 kr. og freistin fyri tilmelding er mikudagin 1. november. Tilmelding til ráðstevnuna gerst við at flyta

700 kr á kontu 6460-1800088 ella 9181-1690185 og fráboðan á teldupost industry@industry.fo.

Nærri kunning um skrá og tilmelding sæst at lesa í viðheftu lýsingini.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya