Fyrsta og annan februar skipar Íverksetarahúsið fyri Game Jam í Klingruni hjá Føroya Tele
Game Jam er eitt kent altjóða initiativ, sum ongantíð fyrr er fyriskipað í Føroyum. Við inpsiratión frá Global Game Jam og Nordic Game Jam initiativunum fer Íverksetarahúsið, í samstarvi við Føroya Tele, undir tað fyrsta Game Jam í Føroyum. Tað verður í Klingruni hjá Føroya Tele 1. og 2. februar.
Hugskotið handan FT Game Jam 2013 er at savna áhugaði og serfrøðingar innan telduspøl, og saman skapa grundarlag fyri, at vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi gamingvinnuna.
Dagarnir verða skipaðir á tann hátt, at fyrri dagurin kemur at snúgva seg um fokuseraðar fyrilestrar um spæl og útvikling, meðan næsti dagurin verður framleiðsla av tveimum prototypum.
Fyrri dagurin er fyri øll við áhuga fyri gaming.
Seinna dagin er aldursmark á 16 ár sett á. Luttøka til seinna dagin krevur tilmelding, sum verður møgulig fyrra dagin
Skrá fríggjadagin 1. februar, kl 15:00 (fyri almenningin):
Søguskriving - Oddfríur Marner Rasmussen
Gamedesign - Eyðstein Lutzen
Concept - Kim Brockie
3D/2D - Hans Kristian Hansen
Sound Design - Mikael Blak, Heri Schwartz
Forritan - Julius Biskopstø
Testing, publishing - Ólavur Ellefsen
Skrá leygardagin 2. februar, kl. 09:00 (tekning krevst):
Luttakararnir fara í tveir bólkar við hvør sínum framleiðsluleiðara.
Út frá vitanini frá fyrra degnum, og einum avmarkaðum og avbjóðandi temaði, skulu tey framleiða tvær prototypur uppá telduspøl, ið seinni verða framløgd á eini móttøku fyri áhugaðum.
Fyri nærri upplýsingar vitja Facebook síðuna: www.facebook.com/ftgamejam2013