Fultteknað er til heimleiðisfundin um, hvussu vit fáa meira burturúr útflutningsvinnuni.

22. februar. 2010 | Tíðindi | Samhandil

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar seinnapartin í dag fyri heimleiðisfundi fyri limir. Á fundinum luttaka Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins og Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis.

Á fundinum svara teir hesum spurningum:
1.   Hvussu røkja og stimbra vit verandi útflutningsvinnur, so tær ikki fara fyri bakka, áðrenn vit hava fingið alternativar vinnur? Kann man yvirhøvur fáa meira burturúr verandi útflutningsvinnum?
2.   Hvussu sær samansetingin av samlaða føroyska útflutninginum út um 10 ár, og hvussu kann henda samanseting verða nádd?
3.   Hvussu kann man stimbra og menna nýggjar útflutningsvinnugreinar? Hvørjar kundu hesar evt. verið?
4.   Hvussu vilja tit tryggja at møgulig nevnd átøk verða gjøgnumførd?
Harafturat kemur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, inn á hvønn týdning útflutningurin hevur fyri føroyska búskapin - eisini sæð í mun til aðrar inntøkur hjá Føroyum.
Heimleiðisfundurin verður í hølum Norðoya Sparikassa í Miðlon, Tórshavn.
Tiltakið er bert fyri limir og er fullteknað.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya