Billede1 (2)

Fultteknað til Aliráðstevnuna 2024

26. februar. 2024 | Tíðindi | Havbúnaður

Aliráðstevnan 2024, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 1. mars, er nú fullteknað, og latið er aftur fyri fleiri tilmeldingum.

Omanfyri 400 fólk hava teknað seg til ráðstevnuna í ár, og latið er tí aftur fyri fleiri tilmeldingum - Til ber at seta seg á bíðilista við at skriva til industry@industry.fo. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fyriskipar Aliráðstevnuna, har fólk í havbúnaðinum, undirveitarar, almennir myndugleikar og fólk við áhuga fyri føroyskum havbúnaði hittast at fáa nýggja vitan, íblástur og netverka.

Endaliga skráin sæst her

Gjørt skal verða vart við, at framløgurnar á Aliráðstevnuni 2024 ikki verða simultantulkaðar til enskt mál.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya