Fundur fyri limir í Handilsvinnufelagnum

15. juni. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur tikið stig til at økja um virksemið í felagnum. Nevndin vil byrja hetta arbeiðið við at bjóða limum felagsins á fund í Vinnuhúsinum at umrøða mál av felags áhuga. Í hesum sambandi fer nevndin at leggja fram ætlan sína fyri komandi árið.

Felagið ynskir á hesum fundi at koma í prát við limir sínar, hoyra hvørji mál upptaka limirnar, og hvat limirnir kundu hugsað sær, at felagið tókst við. Mett verður, at tað er av týdningi at hava eitt sterkt Handilsvinnufelag, og nevndin fer tískil áhaldandi at eggja fleiri handilsfyritøkum at gerast limir í felagnum.

Fundurin verður í Vinnuhúsinum týsdagin 23. juni kl. 15.00

Vinaliga boða frá luttøku á industry@industry.fo innan mánadagin 22. juni.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  3. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)