Fundur fyri útflutningsvinnuni um møgulig ES tiltøk

20. september. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í sambandi við at ES-parlamentið fyri stuttum hevur samtykt eitt uppskot, sum gevur ES-kommissiónini heimild at seta í verk tiltøk ímóti londum, ið ikki fiska felags fiskastovnar burðardygt, skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi fundi um málið.

Fundurin verður nú fríggjadagin tann 21. september kl. 13.00 í Vinnuhúsinum, Smærugøta 9A.

Talan er m.a. um tiltøk, sum ES kann nýta ímóti Føroyum, um semja ikki fæst um makrelfiskiskapin. Tí er týdningarmikið hjá føroysku útflutningsvinnuni at vita, hvussu og hvønn hesi tiltøk kunnu raka.

Við á fundinum verða Herálvur Joensen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni, og Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgevi og fyrrverandi sendimaður í Brússel. Teir fara at greiða frá innihaldinum í uppskotinum og gongdini í málinum, síðan uppskotið varð lagt fram í desember í fjør.

Fundurin er ætlaður føroysku útflutningsvinnuni, soleiðis at hon fær kunning um innihaldið í uppskotinum, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya