Fyrilestur á Vinnudegnum um burðadygga virðisøking av tilfeinginum í havinum

13. september. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hvørji krøv og rák hevur framtíðin at bjóða eini fiskivinnutjóð sum okkara á burðadygga økinum?

Á ársins Vinnudegi fer Kjell Bjordal at røða um krøv og rák á burðardygga økinum, sum kunnu hava týdning fyri eina fiskivinnutjóð sum okkara, eins og hann fer at koma inn á vinnuligu møguleikarnir í hesum høpi.

Kjell Bjordal hevur 30 ára royndir sum leiðari í norskum vinnulívi. Fyrst og fremst úr norsku alivinnuni sum samtaksstjóri í EWOS-Gruppen frá 1998 – 2013 og í Glamox-gruppen frá 1989 – 1998. Av útbúgving er hann siviløkonomur frá Norges Handelshøyskole við fiskivinnubúskapi sum høvuðsgrein.

Kjell hevur meginpartin av sínum arbeiðslívi fingist við tilfeingi úr havinum, virðisøking og matframleiðslu. Í dag fæst hann einamest við nevndararbeiði. Millum annað er hann formaður í Nordlaks samtakinum og Norges forskningsråd HAV.

Á Vinnudegnum 2021 fer Kjell Bjordal at halda ein fyrilestur undir heitinum ‘Naturbasert verdiskapning – Navigation i den grønne jungle’.

Skrá fyri Vinnudagin 2021 sæst her

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya