Fyrilestur: Hvussu fæst atgongd til útlendskar marknaðir 19. nov. 2012

19. november. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vilt tú røkka út í heim við tínum vørum og tænastum? Nú hevur tú møguleikan at fáa nøkur góð ráð um, hvussu tú fært atgongd til útlendskar marknaðir.

Í dag mánadagin 19. november klokkan 10.00 til 12.00 skipa Vinnuframi og Danska Útflutiningsráðið fyri fyrilestri við heitinum ÚT OG SEL. Fyrilesturin verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia.

Fyrilesturin er ætlaður øllum fyritøkum og íverksetarum, sum arbeiða við at røkka út um landoddarnar við teirra virksemi. Fyrilestrarhaldari er Jesper Vibe Hansen, altjóða toymisleiðari hjá Danska Útflutningsráðnum.

Fyrilesturin er partur av samstarvi millum Vinnuframa og Danska Útflutningsráðið, har endamálið er at styrkja møguleikan hjá føroyskum fyritøkum at røkka enn longur út í heim.

Eftir, at fyrilesturin hevur verið, ber til at fáa eitt prát við Jesper Vibe Hansen á Vinnuframa, Hoyvíksvegi 51. Hann verður at hitta seinnapartin mánadagin 19. november og týsmorgunin 20. november. Tey, ið eru áhugað at hitta Jesper, kunnu boða Vinnuframa frá við at ringja á telefon 203300 ella senda teldupost til vinnuframi@vinnuframi.fo

Samstarv við møguleikum

Samstarvið millum Vinnuframa og Danska Útflutningsráðið gevur føroyskum fyritøkum atgongd til allar tær tænastur, sum Danska Útflutningsráðið bjóðar. Eitt nú ber til at fáa ágóðan av vinnufremjandi arbeiðinum hjá sendistovunum kring heimin.

Bæði fyrilesturin og samrøðurnar eru ókeypis, og øll eru vælkomin.

Tað er ikki neyðugt at tekna seg til fyrilesturin, men um onkur ætlar at fáa eitt prát við Jesper Vibe Hansen um útflutningsmøguleikarnar, so verða tey biðin um at boða Vinnuframa frá og avtala eina tíð.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya