Fyrilestur og pallborð um estlendsku búskapargongdina

02. mai. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri fyrilestri og pallborði um, hvussu estlendski búskapurin hevur klárað seg gjøgnum fíggjarkreppuna og eftirfylgjandi búskaparkreppuna seinnu árini.

19. mai skipar Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri fyrilestur og pallborði um estlendska vakstrarfrymilin í Løkshøll. Estlendski búskapurin hevur klárað seg væl gjøgnum fíggjarkreppuna og spurningurin, sum verður reistur av Eysturoyar Vinnulívsfelag er, um vit í Føroyum kunnu læra nakað av Estlandi?
Í hesum sambandi koma estiski fíggjarmálaráðharrin Júrgen Ligi og Jens Christiansen formaður í dansk-estiska vinnuráðnum at halda fyrilestur. Eftir fyrilesturin verður kjak við føroyskum politikarum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya