Fyrireika føroyskt/íslendskt handilskamar!

11. juni. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á hátíðarhaldi í Müllers Pakkhúsi seinnapartin leygardagin varð ein ætlanaryvirlýsing um at stovna føroyskt-íslendskt handilskamar undirskrivað.

Á hátíðarhaldi leygardagin varð ein ætlanaryvirlýsing undirskrivað. Tað er eitt sokallað "Chamber of Commerce", sum skal stuðla vinnuligum samstarvi av øllum slagi millum londini bæði. Endamálið við føroyskt-íslendska handilskamarinum (FÌH) er at:
·         Hava ein áhugafelagsskap fyri fyritøkur, stovnar og einstaklingar, sum fáast við samhandil millum Føroya og Íslands
·         Økja samhandilin millum Føroya og Íslands við vørum, tænastum, flutningi og íløgum
·         Verða netverk hjá fyritøkum, stovnum og einstaklingum og samskiftir eisini við myndugleikar
·         Tæna vinnulívinum við at skifta orð um almenn mál, sum viðvíkja føroyskum og íslendskum handilspørtum
·         Kunnað um handilspolitisk viðurskifti og ávirkar mál, sum hava týdning fyri samhandilin millum Føroya og Íslands
·         Stuðla føroyskum og íslendskum vinnulívsfólki við at knýta og styrkja handilssambond
·         Fyriskipa fundum, skeiðum og ráðstevnum og er myndugleikum og fyritøkum til hjálpar, tá ið umboð teirra koma at vitja.
Ætlanin er, at handilskamarið skal vera staðið, har fólk hittast, ið fáast við handil millum Føroya og Íslands og sum gevur teimum høvi til at viðgera evni, sum viðvíkja samhandli landanna millum, í opnum orðaskifti.
Tað vóru Gísli Gíslason, stjóri Faxaflóahafna sf, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnnuhúsinum, sum undirritaðu ætlanaryvirlýsingina.
Handilskamarið verður ætlandi stovnað í oktobermánaði í ár. Hagar til fer fyrireikingarnevnd at gera endamálsorðing og nágreina, hvørjar uppgávur, handilskamarið skal hava.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya