Fyritøkur gera stórar íløgur í robottar og KT

16. apríl. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Danskar fyritøkur leggja stóran dent at økja produktivitetin og gera tí stórar íløgur í automatisering, robottar og KT.

Danskar fyritøkur gera fyrst og fremst íløgur í KT og automatiseringar, tá produktiviteturin hjá fyritøkuni skal betrast. Hetta skrivar heimasíðan hjá Dansk Industri.

Tað vísir ein kanning millum 434 fyritøkur í Dansk Industri. Hon vísir eisini, at fyritøkurnar leggja sera stóran dent á at betra produktivitetin. Tríggjar av fýra fyritøkum svara, at tær í 2011 í stóran ella sera stóran mun hava framt tiltøk, sum økja produktivitetin í fyritøkuni, meðan bert trý prosent als ikki hava roynt at økja produktivitetin.

Samstundis vísir kanningin, at helvtin av fyritøkunum, sum framleiða innan jarn-, metal, matvøru-, flutnings-, byggitilfar og elektronikídnaðin hava gjørt munandi íløgur í tøkni í Danmark við atliti til at økja produktivitetin.

Sum dømi verður nevnd fyritøkan Kamstrup, sum framleiðir elektronisk mátingartól. Tað hevur eydnast fyritøkuni at seta tiltøk í verk, sum økja produktivitetin í fyritøkuni. Fyritøkan hevur 800 starvsfólk og hevur havt eina framgongd í umsetninginum uppá 30 prosent í 2011, samstundis sum talið av starvsfólkum bert er vaksið við 10 prosentum.

  • Økingin av produktivitetinum hevur verið avgerandi fyri, at vit kunnu framleiða alt, sum vit selja, í Danmark. Her er eingin vegur uttanum – skulu vit framleiða nakað í Danmark, er tað neyðugt at arbeiða við effektiviseringum og automatiseringum allatíðina, sigur Per Asmussen, stjóri í Kamstrup.

Tær fyritøkur, sum ikki hava gjørt íløgur í tøkni í 2011 eru í vanda fyri at verða afturútsigldar á einum støðugt meira globaliseraðum marknaði, sum broytist við rúkandi ferð.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya