Ein broyting í lóggávuni um Vækstfonden ger at nú ber til at føroyskar fyritøkur kunnu fáa atgongd til fígging frá grunninum, um endamálið við fíggingini er vøkstur og víðarimenning av fyritøkuni.
Broytingin í lóggávunu um Vækstfonden geva smáum og miðalstórum fyritøkum í Føroyum møguleikan at søkja um fígging frá grunninum, um tær ætla at víðka virksemið.
Hetta kann m.a. vera:
- fígging til keyp av fyritøku ella uppkeyp av aðrari fyritøku. Í hesum førinum ber til at fáa ískoytisfígging frá Vækstfonden.
- fígging til endurnýgging av fyritøkuni. Tað kann t.d. verða endurnýgging av einari framleiðslulinju, endurnýgging av maskinum ella nýggj goymsluhølir.
- fígging til víðkan av virkseminum ella menning av søluni í fyritøkuni, fyri at møta vaksandi eftirspurningi.
- fígging til at fara inn á heilt nýggjar marknaðir innlendis ella í útlandinum, herundir tillaging av framleiðsluni, størri goymslir ella kreditt til keyparar.
- fígging til at økja um framleidni í fyritøkuni og at gera fyritøkuna meiri umhvørvisvinarliga.
- nýliga stovnaðar fyritøkur, sum kunnu hava avbjóðingar við at fáa bankafígging, kunnu fáa byrjunarfígging við tí endamálið at fáa gongd á søluna.
Vækstfonden bjóðar fýra ymiskar fíggingarhættir:
- Vakstrartrygd fyri lán ella rakstrarkreditt
- Vakstrarlán
- Ábyrgdarlán
- Framtaksfígging
Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðuni hjá Vækstfonden.