Fyritøkur kunnu fáa boð um nýggj útboð á keypsportalinum

03. mars. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í rundskrivi frá Fíggjarmálaráðnum er sett sum krav, at innkeyp hjá landinum við einum virði yvir 800 tús. kr. skulu bjóðast út og leggjast á keypsportalin hjá tí almenna, www.keypsportal.fo. Harumframt kunnu eisini onnur útboð við einum lægri virði leggjast á portalin.

Starvsfólk hjá fyritøkum, sum ynskja at fylgja við í útboðum v.m. frá landinum, kunnu skráseta seg á www.keypsportal.fo, og fáa tey tá fráboðan um tey útboð, sum verða løgd á portalin.

Higartil hava uml. 80 starvsfólk hjá uml. 50 fyritøkum skrásett seg á keypsportalinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya