Fyritøkur stuðla corona gransking

17. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fimm fyritøkur játta granskingarráðnum stuðul til coronagransking.

Granskingarráðið heitti herfyri á føroyskar fyritøkum um at lata granskingarráðnum stuðulsupphædd til corona gransking. Fimm fyritøkur hava stuðlað við tilsamans útvið 2 mió. kr.

Endamálið við stuðulsátakinum er at kortleggja og granska corona ávirkanina í Føroyum og avleiðingarnar á samfelagið nú og frameftir. At vinnufyritøkur hava stuðlað hesum átakinum gevur Granskingarráðnum munandi betri møguleika at stuðla nógv fleiri verkætlanum, enn møguleiki hevði verið til annars.

Tær fyrstu tríggjar granskingarverkætlanirnar hava longu fingið játtað stuðul.

Tað ber framvegis til hjá fyritøkum at veita stuðul til corona gransking og til ber at venda sær til Granskingarráðið um hetta.

Les meira á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum www.gransking.fo

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya