Á Handilsvinnuráðstevnuni sum verður 15. februar á Østrøm fer Gilli Haraldsen at greiða frá, hvussu ein vakstrarfyritøka kann stýrast í einum umhvørvi, har fyribrigdi, tøkni og politikkur støðugt broytir arbeiðslag og keypsavgerðir í vinnuni
Gilli Haraldsen er sameigari í GDPR-softwarefyritøkuni Wired Relations og CSO og sameigari í softwarefyritøkuni TimeLog, sum hevur 40 starvsfólk í fýra londum. Á ráðstevnuni fer Gilli at seta orð á ta broytingartilgond, ið hevur verið neyðug orsaka av broytingum í umhvørvinum, og hvørja ávirkan hetta hevur havt í mun til starvssetanir, leiðslu og sølu.
Gilli greiðir soleiðis frá fyrilestrinum: “Kundar vænta í dag at fáa hjálp upp á tann mátan, ta løtuna og tann vegin tey ynskja. Hetta er bæði galdandi fyri B2B og B2C, sum renna saman í hesum tíðum.
Tá ið 1,2 milliardir fólk gera nakað, so er tíð at lurta. Hetta ávirkar í stóran mun hvussu vit seta fólk, hvussu vit eru leiðarar og hvussu vit taka avgerðir.”
Meira verður at frætta um skránna í komandi viku.
Til ber nú at melda seg til Handilsvinnuráðstevnuna, sum verður í Østrøm, Tórshavn. Kl. 9 – 12.
Kostnaðurin er:
Limir í Handilsvinnufelagnum: kr. 200,-
Ikki limir í Handilsvinnufelagnum: kr. 750,-