Gist og Vist: Vit eru í fríum falli

29. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Umsetningurin hjá Gist & Vist er minkaður niður í fimm prosent. Gistingarhús og matstovur eru stongd, og fyritøkan saknar greiðari boð frá myndugleikunum.

Fyri fyrstu ferð í 37 ár er ventilatiónin sløkt á Hotel Føroyum. Hon bleiv sløkt og alt virksemið steðgaði, tá corona í mars legði landið í dvala og trýsti ferðavinnuna niður á knæ.

- 2020 sá annars út til at gerast besta árið higartil. Nú eru vit í fríum falli, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist.

Yvir 300 fólk í februar

Í februar vóru tilsamans 323 fólk á lønarlistanum hjá Gist & Vist. Í 2019 hevði Gist & Vist 209 ársverk.

Samtakið hevur gistingarhúsini Hotel Føroyar, Hotel Vágar og Hotel Tórshavn. Haraftrat hevur fyritøkan 15 matstovur, teirra millum Áarstovu, Skeiva Pakkhús, KOKS, Hvonn, Etika og Fútastovu. Eisini eru onnur rakstrarstøð, so sum matur til Atlantic Airways, matpakkar til skúlar og at servisera á festivalum.

At kalla alt hetta virksemið er burtur í einum høggi orsakað av corona-átøkunum.

Stongdi sambært tilmælunum

Tilmælini hjá myndugleikunum um at í mesta lagi 10 fólk kunnu savnast, og at øll, sum hava verið uttanlands, skulu í sóttarhald (familjuuppihald) í 14 dagar, hava ta beinleiðis ávirkan, at matstovurnar kunnu ikki vera opnar, og at ongi ferðafólk koma hendanvegin.

Gist & Vist stongdi tí sínar matstovur og gistingarhús, tá tilmælini komu. Nøkur støð, m.a. Etika og Bitin hava opið, men selja bara mat út við.

Hetta munar bara alt ov lítið. Mánaðarligi umsetningurin hjá Gist & Vist er minkaður niður í umleið 5%, so hetta er ein desperat støða í løtuni, sigur Johannes Jensen.

Óvissa um hjálparpakkar

Hjálparpakkarnir eru góð átøk, heldur Gist & Vist-stjórin, men ov nógv óvissa er rundan um teir.

93% av starvsfólkunum hjá Gist & Vist eru farin í ALS-skipanina. Men skipanin varar bara til 30. juni í ár. Hvat síðani hendir, er óvist. Fyri ferðavinnuna er sera umráðandi, at skipanin verður longd, sigur Johannes Jensen.

Við hjálparpakka 2 er eisini óvissa. Gist & Vist bíðar eftir kunngerðini um stuðul til fastar útreiðslur. Eftir lógini fær hvør fyritøka í mesta lagi 80.000 kr um mánaðin í stuðuli orsakað av mistari sølu. Gist & Vist hevur eitt V-tal, men fleiri rakstrareindir. Fyritøkur við fleiri sjálvstøðugum rakstrareindum hava rætt til stuðul fyri hvørja rakstrareind sær, men enn er ikki útgreinað í kunngerð, hvussu hetta verður ásett.

Tað hevði verið sera gott at fingið avklárað, hvussu stuðulin til fastar útreiðslur verður veittur, og um coronaskipanin hjá ALS verður longd, heldur Johannes Jensen.

Ferðavinna skapar fólkavøkstur

Sum útlitini eru í løtuni, koma ongi útlendsk ferðafólk til Føroya í ár, og tað er nú einaferð ferðafólkunum, sum Gist & Vist livir av. Tey eru stóra grundarlagið undir gistingarhúsunum og eisini matstovunum.

- Rokna vit fyri alt árið, so eru 50-60% av gestunum á okkara matstovum útlendsk ferðandi. Á KOKS eru útlendingar 85% av gestunum.

Ferðavinnan er tann vinnan, sum hevur skapt flest nýggj størv og fólkavøkstur. Økta ferðavinnan hevur givið Gist & Vist dirvi til at hava matstovurnar opnar alt árið. Fá geva sær far um, at ferðavinnan hevði 784 mió. kr í útflutningsvirði í fjør, uttan Airbnb-inntøkurnar, nevnir Johannes Jensen.

Í 2020 var málið 1 milliard í útflutningsvirði og umleið 1.000 ársverk.

Dámar svensku strategiina

Hóast hann hevur stongt matstovurnar eftir tilmæli frá myndugleikunum, dylur Johannes Jensen ikki fyri, at honum dámar svensku strategiina, har skúlar, matstovur og onnur savningarstøð í stóran mun hava opið. Tíðin fer at vísa, um sviar verða meiri mótstøðuførir enn danir og harvið í longdini spara mannalív.

Tað kann tykjast sum um, at prísurin at steingja landið niður snøgt sagt er ov høgur.

- Vit noyðast eisini at taka kjakið frá einum búskaparligum sjónarmiði. Hvussu nógv skal tað kosta at bjarga einum menniskja frá corona? Heilsuverk hava altíð tikið búskaparlig atlit, men í løtuni tykist onki mark verða fyri kostnaðinum, sum heimurin í løtuni skal rinda fyri hesa farsóttina.

Linka sóttarhaldið

Johannes Jensen nevnir ein møguleika, sum kundi avmarkað neiligu árinini á ferðavinnuna í Føroyum.

Tað er, at sóttarhaldið ikki fevnir um londini í ríkisfelagsskapinum, t.v.s. at danir og grønlendingar kundu ferðast hendanvegin uttan at noyðast í sóttarhald. Í løtuni verður eitt slíkt uppskot ikki tikið væl upp av nógvum, væl skiljandi, men fyrr ella seinni mugu vit lata samfelagið uppaftur.

- Danir eru í dag umleið 40-50% av teimum ferðandi til Føroya. Við at linka sóttarhaldskravið kundi hetta givið føroysku ferðavinnuni ein størri heimamarknað, úr 52.000 fólkum til 5,8 milliónir fólk, sigur Johannes Jensen.

Trý ynski

Spurdur um tey fremstu ynskini til okkara myndugleikar beint nú, hevur stjórin í Gist & Vist hesi ynski:

-  Leingjan av hjálparpakka 1 fyri at tryggja starvsfólkini
- Hjálparpakki til fastar útreiðslur
- Sóttarhaldsviðmæli ikki galdandi fyri lond sum hava tamarhald á coronasmittuni

Hesi átøkini bjarga kanska ikki ferðavinnuni frá undirskoti, men tey gera mun.

- Tað er landið, sum hevur forðað okkum at virka, forðað okkum at savnast fleiri enn 10 fólk og forðað vitjandi frá útheiminum við sóttarhaldskravi. Landið má tí brúka nakrar milliónir at lyfta okkum upp um hegnið, hinumegin coronakreppuna, so vit kunnu yvirliva til næsta ár, sigur Johannes Jensen.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L