Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya hevur latið stafettina víðari

28. juni. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya, ið varð sett á stovn í 1995, er nú farið í søguna. Á eykaaðalfundi fríggjadagin, varð samtykt at avtaka felagið og lata ognirnar til Ferðavinnufelagið.

Við forkvinnuni Ásu Johnsdóttir á odda, var tað annars júst Gistingarhús- og Matstovufelagið, ið tók stig til, at Ferðavinnufelagið varð sett á stovn í 2008. Hugsanin var at hava eitt felag, ið fevndi breitt um alla ferðavinnu, og ikki bert gistingarhúsini og matstovurnar. Ætlanin hevur alla tíðina verið, at tá Ferðavinnufelagið var farið at virka, skuldi hetta eisini røkja áhugamálini, ið Gistingarhús- og Matstovufelagið hevur tikið sær av.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya