Gistingarstøð – ‘BÓKA BEINLEIÐIS’

16. november. 2020 | Tíðindi | Ferðavinna

Gistingarveitarar í Ferðavinnufelagnum luttaka gjøgnum limaskapin hjá HORESTA í átakinum‘BÓKA BEINLEIÐIS’.

Bóka beinleiðis er eitt evropeiskt tiltak, hvørs endamál er at stimbra ferðandi at bíleggja beinleiðis frá veitaranum, heldur enn at brúka altjóða bókingarportalar, ið taka kommissión og harvið vinning av landinum.

Altjóða bókingarportalar hava seinastu árini vundið alt meira upp á seg, serliga innan ferðing og gisting. Ferðavinnufelagið vil við hesum átaki minna á møguleikarnar og fyrimunirnar við at BÓKA BEINLEIÐIS.

Boðskapurin er, at bókar tú beinleiðis, fært tú uttan drál samband við tænastuveitaran. Hetta beinleiðis sambandið gevur tær høvi at kunna um júst tíni serstøku og persónligu ynski, og tú fært svar beinleiðis frá gistingarstaðnum. Tá ið sambandið millum veitara og vitjandi er beinleiðis, gerst tað, sum vera man, tættari og hjartaligari.

Hetta sambandið merkir eisini, at tú fært beinleiðis kunning um, hvat er til taks, um serlig ynski, serlig tilboð, serligar tænastur og treytir.

Nógvir møguleikar eru at bóka beinleiðis. Tú kanst leita á heimasíðuni hjá gistingarveitaranum ella hyggja í annað samskiftistilfar. Vel tað samskifti, tær hóvar best – beinleiðis telefonsamband, beinleiðis teldupost, send boð umvegis heimasíðuna hjá fyritøkuni, ella støkk inn á gólvið og fá tær eitt prát við diskin.

Møguleikarnir eru nógvir, og Ferðavinnufelagið vónar, at viðskiftafólk hjá gistingarstøðunum í felagnum fara at taka væl ímóti átakinum.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L