Virksemið er longu skert vegna starvsfólkatrot. Um ikki starvsfólk eru at loysa uppgávurnar kann tað í ringasta føri merkja avmarkaða tænastu, og at matarstøð mugu snara lykilin um
Ein vinna sum krevur nógv starvsfólk
Á matstovum og gistingarhúsum er neyðugt at hava nógv starvsfólk til arbeiðis, fyri at tryggja eina góða tænastu. Allir postar mugu vera mannaðir, annars riggar maskinaríið ikki, og gesturin verður ónøgdur. Á gistingarhúsum er virksemi allan sólarkringin, og tað krevur, at arbeiðsplássið er mannað allar tímar í døgninum.
Elsi Petersen, HR leiðari á Gist&Vist, greiðir frá, at tey í løtuni hava tørv á 15-20 starvsfólkum. Talan er um kokkar, køkshjálparar, reingerðarfólk, tænarar og barrvørðir.
“Starvsfólkatrotið ger, at tey starvsfólk, vit hava, mugu renna skjótari, og at øll mugu hjálpa til allastaðni. Vit hava sagt nei til at hava ymisk tiltøk, onkrar matstovur hava opið avmarkaðar tíðir og onkur matstova hevur verið stongd og er framvegis stongd. Um starvsfólkatrotið heldur fram, kann tað í síðsta enda hava ta avleiðing, at vit kanska mugu steingja onkur støð permanent og siga nei til enn fleiri tiltøk. Vit brúka øll okkara netverk nógv fyri at finna starvsfólk. Vit hava havt lýsingar úti og hava eisini lýst hjá Nordjobb. Avbjóðingin er, at vit hava brúk fyri fólki, ið kunnu arbeiða støðugt, fulla tíð og eisini í longri tíðarskeið, og tað snýr seg bæði um faklærd og ófaklærd starvsfólk.”
Tørvur á útlendskum starvsfólki
Á Gist&Vist hava tey seinastu árini havt nakað av útlendskum starvsfólkum at manna nøkur av størvunum í fyritøkuni.
“Tíverri er hetta ein stórur trupulleiki nú, tí tað er vorðið nærum ógjørligt at fáa ófaklærda arbeiðsmegi hendavegin. Sum vit skilja á lagnum, so skal ein útlendingur (uttanfyri ES) hava serkunnleika ella skulu serlig framleiðsluatlit til, sum t.d. fiskivinna, fyri at fáa arbeiðsloyvi. Av eini ella aðrari orsøk sleppa gistingarhús og matstovur ikki upp í part, hóast starvsfólkatrotið í hesari vinnuni sjáldan hevur verið størri. Harafturat hevur viðgerðartíðin eisini verið ómenniskjanslig long, heilt upp í 10 mánaðir og longur. “
Elsi Petersen vísir á, at ein máti at loysa trupulleikan er at viðurkenna, at tørvurin er ómetaliga stórur á ófaklærdari arbeiðsmegi í Føroyum, og tískil er neyðugt við nýtulking av paragraffunum og ikki minst at gera tað lættari og skjótari onkursvegna at útvega sær arbeiðsmegi uttanfyri ES londini. “Sum nú er, hava vit eina undangóðkenning til ES borgarar, ið kunnu byrja í starvi, so skjótt umsóknin er send avstað, treytað av at arbeiðsloysi er undir 3,5%. Ein tílík skipan fyri borgarar uttanfyri ES hevði verið kærkomin. Umframt at tænastuvinnan, sum ferðavinnan er partur av, verður javnsett við fiski – og alivinnuna, í sambandi við viðgerð av arbeiðsloyvum hjá ófaklærdum uttanfyri ES.”, sigur Elsi Petersen.
Kann fáa keðiligar avleiðingar
Um onki verður gjørt, so kann tað í longdini fáa avleiðingar fyri Gist&Vist. “Tað hevði merkt, at vit so ikki kunnu koyra við fullari ferð. Tað vil siga, at vit, í ringasta føri, møguliga mugu steingja matarstøð og minka um virksemið á okkara gistingarhúsum. Eisini verður tað torført at hugsa nýskapandi og um vøkstur og menning, um man allatíðina skal brúka orku uppá at koma ígjøgnum dagin. Vit royna at gera tað hugaligari at vitja og liva í Føroyum, men sum gongdin er nú, er tað ógvuliga torført at røkka hesum máli.”