Hvørt ár í mars mánaði verður lýst við, at Gjáargarður hevur opið hús. Opið er fyri øllum, ið hava hug at koma á gátt, og uppiá, á ovastu hædd, er eitt starvsfólkatiltak, tí Gjáargarði tørvar fleiri starvsfólk til summarið. Tørvur er á bæði faklærdum og ófaklærdum starvsfólki, men tað er ikki lætt at finna her í landinum.
Á árliga tiltakinum finna tey starvsfólk til summarhálvuna, sonevndu summarfuglarnar. Talan er serliga um avloysarar, sum ofta eru skúlanæmingar. ”Vit mugu gera meira burturúr, tí vit liggja so avskorin”, sigur Inga Foldbo Hjallnafoss, stjóri á Gjáargarði. Tiltakið í mars er vorðið fastur táttur og plagar at eydnast væl. Vanliga fáa tey nakrar avloysarar til allar deildir úr nærumhvørvinum í Norðureysturoy. Tað besta fyri Gjáargarð er at hava starvsfólk frá nærumhvørvinum. Virksemið á Gjáargarði er vaksið seinastu árini, og tørvur er á fleiri starvsfólkum. Gjáargarður hevur sum nakað nýtt tikið av møguleikanum at bjóða nordjobbarum arbeiði nú í heyst. Fyribils er talan bert um tveir mánaðir fyri at vita, hvussu tað roynist.
Vilja lyfta fakligu dygdina
”Korona merkti, at vit máttu siga farvæl við góð starvsfólk, og vit hava tí verið noydd at leita eftir nýggjum fólki. Vit hava nú fingið útlærdan kokk, tað hava vit ongantíð áður havt. Nú koma gestir til Gjáargarð at eta, ikki bara fyri at síggja Gjónna.”
Soleiðis sigur Inga Foldbo Hjallnafoss, og hon greiðir frá, at á Gjáargarði hava tey brúkt koronutíðina til at menna matstovuna og matarskránna. Tey hava roynt nýggjar smakkir og samansetingar upp á tey, ið hava brúkt gistingarhúsið til fundarvirksemi í vetur. Frá bert at hava dagsins rætt í at velja, bjóðar Gjáargarður í dag á la carte matskrá. Á matarskránni finnur tú m.a. krabba, baccalao og rættir, ið eru framleiddir úr feska tilfeinginum í økinum. Matarskráin er ikki støðug, tí feska tilfeingi er ymiskt. Kalvi og havtaska hava t.d. verið á skránni, men nú er nátatíð, og tí kemur hann á skránna fyri tíðina. Hetta hevur borið til, tí tey hava fingið royndar útlærdar kokkar at starvast í køkinum. Kokkar, ið duga at skapa og royna seg við lokala tilfeinginum. Seinastu tríggjar mánaðirnar hava tey havt tveir faklærdar, útlendskar kokkar. Hetta hevur við sær, at dagliga málið í køkinum er enskt, og tað er púra natúrligt.
Fyri at menna seg víðari hevur Gjáargarður tørv á fleiri faklærdum fólkum og fólki, sum í øllum førum hevur góðar ella drúgvar royndir í yrkinum. Ein útlærdur tænari stendur høgt á ynskilistanum, men teir eru ikki lættir at finna í Føroyum. Tað kann væl vera, at leitast skal út í heim fyri at fáa tað ynskið uppfylt.
Eru ov fá starvsfólk
“Vit høvdu ikki nóg mikið av starvsfólki í summar. Vit fara aftur at hava opið hús til várs, men vit mugu eisini hava støðug starvsfólk, og har vísir tað seg, at vit mugu venda okkum móti útlendingum, eisini fyri at seta tey ófaklærdu, men støðugu størvini.”, sigur Ingja Foldbo Hjallnafoss
Á Gjáargarði er vanliga stongt fyri einstaklingum frá 31. oktober til 28. februar. Eru tiltøk ella fundir í hesum tíðarskeiðnum verður vanliga latið upp fyri einstaklingum eisini, um umstøðurnar loyva tí.
Stevnumiðið á Gjáargarði er at fáa meira fundarvirksemi og fleiri tiltøk um veturin, soleiðis at grundarlag verður fyri at hava eitt støðugari virksemi og opið meir og minni alt árið. Hetta er týdningarmikið fyri at fasthalda starvsfólki á gistingarhúsinum.
Á Gjáargarði høvdu tey ynskt, at tey høvdu føroyingar at manna øll størvini. Kanska serliga tey størvini, har starvsfólkini møta gestunum. Gjáargarður hevur roynt á ALS, og tey gera, hvat tey kunnu fyri at fáa fólk til uppgávurnar, men áhugaðu starvsfólkini tykjast ikki at finnast í Føroyum.
Tað skal bera til við Gjógv
Á Gjáargarði er tað eitt mál at lyfta fakliga støðið, serlig í køkinum og matstovuni, og tey hava góðar vónir um eitt gott summar komandi ár. Ein fortreyt er tó, at tey vera fleiri starvsfólk, eisini á faklærda økinum, at taka ímóti gestunum.
Tað kemur meira enn so fyri, at hóast borð og stólar eru til fleiri gestir í matstovuni, so mugu gestir avvísast, tí vaktirnar er ikki nóg væl mannaðar til at veita gestunum eina góða tænastu, soleiðis sum Gjáargarður ynskir tað. Tað, at gestir ikki kunnu fáa borð, er ein beinleiðis avleiðing av manglandi starvsfólki.
Gjáargarður er ein miðdepil í økinum, tá ið tað snýr seg um trivnað og mentanartiltøk. Seinastu árini hevur Gjáargarður samstarvað við bólkin Deiggj um tiltakið Easy Livin’ við Gjógv og fyrr í ár var samstarv við G!Festivalin um konserttiltakið G!ÓGV. Um summarið er Mentanarkvøld hvørt mikukvøld í samstarvi við Summartónar, har eisini verður sagt frá sagnum og farið upp á gólv. Mong hava gleði av Gjáargarði til hátíðardagar, tiltøk og annað. Hóast tað ikki ber til at manna øll størvini, so er Gjáargarður eitt arbeiðspláss hjá fleiri í økinum, og mong eru helst tey, ið hava havt sítt fyrsta starv á staðnum.
Tilgongdin hjá Gjáargarði er, at tað ber til at hava vinnuvirksemi við Gjógv. Tað skerst ikki burtur, at tað hevur eitt virði fyri økið at hava eitt gistingarhús og eina góða matstovu. Á Gjáargarði hava tey góðar vónir og framsøknar ætlanir. “Vónandi fara vit at hava umstøður og starvsfólk til at fremja hetta í verki”, sigur Inga Foldbo Hjallnafoss.