Gjørt verður beint ímóti samgonguskjalinum

13. september. 2021 | Áskoðan

Hóast politiska málið var at geva privatu vinnuni møguleikar at bjóða upp á almennar tænastuveitingar og at endurskoða landsins ognarlut í vinnufyritøkum, so verður gjørt beint tað øvugta

Fyri tveimum árum síðan skrivaðu samgonguflokkarnir soleiðis í samgonguskjalið: “Har tað verður mett møguligt og skynsamt, fær privata vinnan møguleika at bjóða upp á almennar tænastuveitingar, har tað kann gerast við fyrimuni fyri brúkaran, fíggjarliga og tænastuliga. Tó verða kjarnuveitingar ikki umfataðar av hesum. Landsins ognarlutur í vinnufyritøkum verður endurskoðaður.”

Veruleikin hevur flutt seg langt frá samgonguskjalinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag sær lítið til hesar ætlanirnar hjá samgonguni, nú tvey ár eru eftir av hesum samgonguskeiðinum. Onkur dømi eru um, at privata vinnan hevur fingið uppgávur frá tí almenna at taka sær av, t.d. koronukanningarnar. Men tað finnast fleiri dømi um tað beint øvugta, har tað almenna bjóðar upp á privatar tænastur, t.d. umvegis almenna felagið Posta.

Posta hevur flutt seg langt frá sínum kjarnuveitingum, og hevur ongantíð verið so ágangandi sum nú at bjóða seg fram á privata tænastumarknaðinum. Posta er allastaðni í flutningsvinnuni, líka frá at koyra pitsur og mat út til vanliga brúkaran til at at innflyta sand, vanligar vørur í bingjum umframt flutning av størri sendingum av frystum uppsjóvarfiski.

Hetta eru alt vanligar marknaðar tænastur, sum tað almenna eigur at halda seg burtur frá. Í einum vælvirkandi marknaðarbúskapi eigur tað almenna at halda seg til grundleggjandi kjarnuveitingar, sum ikki verða mettar vinnuligar, og tí fella uttanfyri vanliga marknaðin.

Handilsvinnan hevur harumframt, í fleiri umførum, víst á kappingaravlagandi stuðulin, sum politiska skipanin letur Posta umvegis MVG- og tollfrítøkuna av teimum sokallaðu kinapakkunum í kapping við privatu føroysku handilsvinnuna. Hóast grannalond okkara hava strikað hesar kappingaravlagandi skipanirnar við MVG- og tollfrítøku av netpakkum, so hava føroyskir politikarar ikki latið við seg koma hesum viðvíkjandi. Men Posta sleppur ótarnað at fara víðari.

Posta hevur gjørt avtalu við Royal Artic Line um flutning til og úr Føroyum. Royal Artic Line hevur monopol uppá flutning millum Grønland og útheimin. Privat føroysk flutningsfeløg sleppa sostatt ikki at sigla til Grønlands, samstundis sum almennu Føroyar hava gjørt avtalu við hetta felagið um fría atgongd til føroyska marknaðin at kappast við privat føroysk flutningsfeløg.

Eitt annað feskt dømi um andsøgnina millum samgonguskjalið og veruleikan er asfaltframleiðslan hjá Landsverki. Her hevur løgtingið avsett tilsamans 32 mió. kr. til asfaltverkið á Sundi, samstundis sum privat vinnulívsfólk hava víst áhuga og bjóðað seg fram til at fara undir asfaltframleiðslu.

Hvar bleiv eigarapolitikkurin av?

Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar eitt meira grundleggjandi kjak um, hvørjar uppgávur mongu almennu partafeløgini og grunnarnir skulu røkja, og undir hvørjum treytum. Føroya Arbeiðsgevara­felag undrast í hesum sambandi, hvar eigarapolitikkurin hjá landinum bleiv av. Eigarapolitikkurin var um at verða liðugur fyri nøkrum árum síðan.

Eigarapolitikkurin skal kunna svara, hvat virksemi framvegis eigur at verða rikið undir almennum ognarskapi, og hvat virksemi kann verða steðgað ella einskilt. Um niðurstøðan er, at virksemið framhaldandi skal vera undir almennum ognarskapi, so eigur eigarapolitikkurin at kunna vísa á, hvussu kjarnuuppgávurnar, sum felagið skal røkja, verða skilmarkaðar, soleiðis at felagið ikki fer í holt við virksemi á økjum, sum tað privata er betur skikkað til at taka sær av.

Hetta er grundarlagið, sum ein almennur eigarapolitikkur eigur at hvíla á. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í sínum vinnusjónarmiðum fleiri ferðir gjørt vart við, at almennar fyritøkur, ið kunnu vera í kapping á privata marknaðinum, eiga at verða einskildar, og at avkastkrav eigur at vera til partafeløg og grunnar, har tað almenna hevur ein týðandi leiklut.

Løgmaður hevur givið nýggjar vónir

Hóast skilnaðurin millum privat og alment virksemið hevur flutt seg skeiva vegin hesi seinastu árini, so hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag framvegis eina vón um, at samgongan fer at rætta upp á hetta í øðrum hálvleiki av hesum samgonguskeiðinum.

Løgmaður segði í løgmansrøðuna, at landsstýrið í hesi tingsetuni fer at orða ein útveitingarpolitikk, har privata vinnan skal fáa møguleikan at bjóða upp á almennar tænastur, har tað er møguligt og skynsamt.

Í ólavsøkurøðuni sæst somuleiðis, at landsstýrið hevur sett eigarapolitikkin á skránna í hesi tingsetuni, og fer tí at endurskoða og skipa sín leiklut í partafeløgum og grunnum, og umhugsa ognarskapin í ymsum feløgum, sum landið eigur í.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sóknast eftir, at samgongan ger nakað við henda spurningin

Almenn partafeløg eru sett í verðina til at røkja eina ávísa avmarkaða uppgávu. Partafelagsformurin er oftast valdur fyri at geva fyritøkunum størri frælsi at skipa seg. Endamálið er neyvan, at feløgini skulu fara undir virksemi á øðrum økjum. Men tað kann tó virka lokkandi at fara undir annað virksemið, afturat kjarnuvirkseminum, tá ið feløgini skulu rekast eftir handilsligum treytum.

Trupulleikin við, at almenn partafeløg fara í kapping við privat partafeløg, er, at almenni eigarin saktans kann liva við, at felagið ikki gevur avkast. Slíkt marglæti hevur privati eigarin ikki ráð til. Hann hevur sett pengar sínar í eitt felag, sum fyrr ella seinni skal geva avkast, annars má privati eigarin steðga við virkseminum og snara lykilin um.

Skulu almennir stovnar tillaga og minka teirra virksemið, ella skulu almennir stovnar breiða seg út um allan tann privata marknaðin at leita eftir nýggjum virksemi, í ójavnari kapping, við tí almenna í rygginum, og troka privat virksemi burtur, tá ið tíðin fer frá teirra kjarnuveitingum?

Hetta eigur politiska skipanin at taka støðu til.

Tað almenna tekur harumframt óneyðugan váða á seg við at fara inn á handilsliga marknaðin. Tað  hevur føroyska samfelagið havt serstakliga ringar royndir av, og hesum átti vit at havt lært av, soleiðis at vit ikki endurtaka somu mistøk enn einaferð.

Tað almenna eigur tí at einskilja og sleppa sær burtur úr partafeløgum, sum reka vanlig handilsligt virksemi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at samgongan fer rætta hesar skeivleikar og gera nakað við hesar avbjóðingar í seinnu helvt av samgonguskeiðinum.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L