Glottar í valskráunum hjá politisku flokkunum

24. oktober. 2011 | Áskoðan

Allar valskráirnar hjá politisku flokkunum eru nú lagdar fram. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í farnu viku gjøgnumgingið allar valskráirnar, og hóast felagið ikki er samt í øllum, sum flokkarnir hava sett sær fyri, er tað tó gleðiligt, at fleiri av stóru samfelagsavbjóðingunum eru ovast á breddanum hjá so at siga øllum flokkum.

Fyri tað fyrsta er tað gleðiligt at politisku flokkarnir hava ásannað, at tað er neyðugt at gera grundleggjandi broytingar í fiskivinnuni. Vit kunnu og skulu fáa meira burturúr fiskivinnuni enn vit fáa í dag. Umráðandi er at fáa stillað veiðutrýstið rætt,  men eisini er umráðandi at vit gjøgnumganga alla virðisketuna frá tí at fiskurin kemur úr sjónum til hann verður etin av endabrúkaranum. Tann spurningurin, sum eigur at verða settur í øllum liðum, er hesin: Kunnu vit skipa viðurskiftini øðrvísi, so fíggjarliga avkastið verður størri enn í dag? Einki evni eigur at verða tabu í grundleggjandi viðgerðini av fiskivinnuni aftaná løgtingsvalið leygardagin.
Ein annar stórur samfelagstrupulleiki, sum er settur á dagsskrá hjá flokkunum, er høga føroyska skatta -og avgjaldstrýstið og serliga tann høgi skatturin av at arbeiða ein tíma eyka. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at um marginalskatturin varð lækkaður munandi, hevði tað leysgivið eina ovurhondsstóra nøgd av orku og skapandi evnum, og fólk høvdu tá veruliga farið til verka. Tað er umráðandi at marginalskatturin hjá øllum føroyingum er so mikið lágur, at tað loysir seg hjá fólki at arbeiða og at fara undir nýggjar verkætlanir. Hetta málið eigur at verða millum ovastu evnini á dagsskránni hjá einari komandi samgongu.
Flokkarnir hava eisini sett sær fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina innanfyri 3-5 ár, men Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar eina greiða útmelding frá flokkunum um, hvussu henda javnvág skal íkoma. Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar eisini, at flokkarnir, umframt at seta sær eitt mál um javnvág, eisini seta sær mál fyri útreiðslurnar hjá tí almenna. T.d. at krónutalið á fíggjarlógunum komandi 5 árini ikki skal vera hægri enn á fíggjarlógini fyri 2011.
Eitt triðja evni, sum fleiri flokkar gera væl burturúr, er týdningurin av einum skilagóðum útbúgvingarpolitikki. Útbúgving og førleikamenning er týðandi fyri búskaparvøkstur og alneyðugt fyri at vit kunnu flyta okkum frá minni produktivum vinnum og fyritøkum til meira produktivum vinnum og fyritøkum. Tað er at vóna, at hetta økið eisini verður raðfest aftaná valið.
Samanumtikið benda valskráirnar á, at flokkarnir hava ásannað, at tað er neyðugt við grundleggjandi reformum á fleiri økjum, og hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við. Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at vinnulívið verður tikið við uppá ráð, tá broytingar skulu gerast, og er altíð til reiðar at vera við í viðgerðini, um boð eru eftir felagnum.

Annað á breddanum

  1. Føroya Handverksmeistarafelag: Lisitatiónslógin er ein styrki, ikki ein forðing

    Tá SEV í grein á VP sigur at pumpuskipanin í Vestmanna gjørdist dýrari orsaka av lisitatiónslógini, vil Føroya Handverksmeistarafelag gera vart við, at tað er ein undanførsla

    04. Juli. 2024 | Handverk og ídnaður
    Vinnuhusi 4991
  2. Nýggj kanning av marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur og tænastur

    Føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur eftirlýsa betri marknaðaratgongd tollmessiga og veterinert á fleiri áhugaverdum marknaðum. Føroyskir útflytarar av tænastum eftirlýsa fleiri tvískattasáttmálar

    01. Juli. 2024
    Depositphotos 442622378 L
  3. Hvør skal hava heiðurin sum Vinnuátakið 2024?

    Á árliga Vinnudegnum velur ein dómsnevnd á hvørjum ári Ársins Virki og Ársins Vinnuátak. Hetta er eisini ætlanin at gera í ár.

    25. Juni. 2024 | Almenn tíðindi
    VINNUÁTAKIÐ 2024