Góð undirtøka fyri Jobmatch 2013

04. november. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Jobmatch hevur vunnið sær pláss sum fast afturvendandi átak. Fyrireikingin til Jobmatch 2013 byrjaði spakuliga í summar, men tað hevur gingið so skjótt at fáa tilmeldingar, at tað longu er fult teknað. Møguleiki er tó fyri at víðka um tiltakið, við at opna ein part av høllini við síðuna av, sum gevur pláss til einar tíggju básar afturat.

“Vit hava ætlanir at skapa eitt dynamiskt rúm, har átakið “Vit velja Føroyar” kemur at hava eitt pláss. Í stuttum snýr átakið seg um at fortelja positivar søgur um hví útisetar velja at búseta seg í Føroyum. “Vit velja Føroyar” fer at skipa fyri ymiskum áhugaverdum, sum vit vænta kemur at samla vitjandi á Jobmatch í tí ´nýggja´ hølinum”, sigur Marius Thomassen, fyrireikari av Jobmatch.

Marius Thomassen vónar at síggja enn fleiri fyritøkur á Jobmatch, tí hann er vísur í, at Jobmatch førir til týdningarmikil sambond millum arbeiðsgevarar og tey lesandi, sum føra til ítøkilig arbeiði. Eitt nú fingu fleiri enn 30 vitjandi ítøkiligt tilboð frá arbeiðsgevara eftir Jobmatch í fjør.

Jobmatch 2013 verður mánadagin 30. desember í Østrøm. Fá meira at vita á www.jobmatch.fo ella við at skriva til marius@syntesa.fo.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4