Góð undirtøka fyri Vinnudegnum 2013

26. september. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tá Vinnudagurin 2013 í morgin fer av bakkastokki, verður Norðurlandahúsið nærum fullsett av føroyskum vinnulívsfólki og øðrum, sum hava við vinnuna at gera. Tá tilmeldingarfreistin í gjár var úti, vóru bert nøkur fá pláss eftir.

Norðurlandahúsið ger vart við, at bert fá parkeringspláss eru við sjálvt Norðurlandahúsið, og heitt verður tí á luttakararnar at seta bilarnar á øðrum parkeringsøkjum nærhendis.

Hetta er 13. ferð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, har fjølbroyttir fyrilestrar og kjak eru á skránni. Kjakið hesuferð fer at snúgva seg um skattanýskipan.

Les annars meira um Vinnudagin 2013 her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya