Tá Vinnudagurin 2016 fríggjadagin fer av bakkastokki, verður Norðurlandahúsið nærum fullsett av føroyskum vinnulívsfólki og øðrum, sum hava við vinnuna at gera. Tilmeldingarfreistin er í dag, og enn eru nøkur pláss eftir.
Norðurlandahúsið ger vart við, at bert fá parkeringspláss eru við sjálvt Norðurlandahúsið, og heitt verður tí á luttakararnar at seta bilarnar á øðrum parkeringsøkjum nærhendis.
Hetta er 16. ferð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, har fjølbroyttir fyrilestrar umfrat handan av Ársins Virki og Ársins Átak eru á skránni.
Les annars meira um Vinnudagin 2016 her.