Góð undirtøka til skeiðið hjá Ráðgevarafelagnum

18. januar. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 15. januar 2016 var skeið á Hotel Føroyum, sum Ráðgevarafelagið saman við Foreningen af Rådgivende Ingeniører (FRI) skipaðu fyri.

46 fólk vóru tilmeldaði skeiðið í ABR89, ráðgevaraavtala og veitaralýsing fyri bygging og ráðlegging 2012.

Skeiðshaldari var Niels Christian Toppenberg, Ingeniør, HD(O) Projektdirektør, byggeherrerådgivning Bascon A/S. Niels Christian hevur verið við til at endurskoða veitarafrágreiðingina hjá FRI og á skeiðnum greiddi hann frá viðurskiftunum við avtalum og veitarafrágreiðingum.

Skeiðið var býtt upp í 2 partar. Fyrri partur var um ABR89, ráðgevaraavtalan og trygging og seinni partur var um veitaralýsing, harundir bygging og ráðlegging 2012.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L