Vit vita, at myndugleikarnir arbeiða við eini reglugerð fyri gongd í haga, sum verður klár at leggja fyri løgtingið á ólavsøku, men tað skerst ikki burtur, at meðan vit bíða koma alsamt fleiri nýggj gjøld, nýggjar skipanir og boð upp á nýggjar loysnir.
Støðan er framvegis ruðuleikakend og ótryggleiki er framvegis í vinnuni. Enn eitt ferðavinnuár stendur fyri durum, har eingin veit, hvat er galdandi. Tað er tó ein uggi at vita, at ein loysn er á veg, og vónin, um at alt er komið upp á pláss næsta ár, er framvegis bjørt. Vónandi verður talan um eina loysn, sum eisini Ferðavinnufelagið kann liva við. Tá ið tosað verður um vinningin í ferðavinnuni skal havast í huga, at umsetningur ikki er yvirskot, og at vinningurin framvegis er lágur í ferðavinnuni. Ferðavinnan er framvegis við at fóta sær sum vinna, og tað er tí alneyðugt fyri ferðavinnuna, at hesin trupulleikin verður loystur rætt.
Tað, sum er avgerandi fyri Ferðavinnufelagið, er:
- at tað ikki verður møguligt at taka gjald uttan at nøkur tænasta verður latin afturfyri
- at trygdin er í lagi
- at ikki bert bóndin kann bjóða túrar fram, tvs. tryggja kapping og nokk av útboði
- at tryggja verður, at inntøkan eisini verður brúkt til náttúruvernd og menning
- at talan verður um eina einkla og landsfevnandi skipan
- at talan verður um eina felags skipan, ið eggjar til samstarv og menning
- at gjaldið verður eitt náttúrupass, sum ferðafólk kunnu keypa, um tey ynskja at fara í fjøllini/náttúruna - at ganga
- at gjaldið ikki verður ein skattur afturat, ið verður lagdur á ferðaseðlar til ella úr Føroyum.
Ferðavinnufelagið heldur, at nýggja reglugerðin skal tryggja rættin at ganga í fjøllunum. Hetta má sjálvandi verða við avmarkingum. Felagið hevur einki ímóti, at ávís øki verða stongd fyri gongd í haga, tí tey verða mett at vera ov viðbrekin ella vandamikil. Tað skal bara verða greitt í góðari tíð. Føroyska landslagið er fjølbroytt og trýstið á landslagið ymiskt frá øki til øki. Ferðavinnufelagið heldur, at ein haldbar loysn hevði verið at skipa Føroyar í ymiskar sonur, sum høvdu havt hvør sínar reglugerðir.
- Sona 1: kundi verið nationalparkir/tjóðarlundir við nógvum avmarkingum
- Sona 2: kundi verið øki, har ferðaleiðari er krav vegna trygd
- Sona 3: kundi verið trygg farleið, har øll hava frítt at fara
Skal gjald takast fyri gongd í haga, so er tað týdningarmikið, at talan verður um eina felags skipan, ið eggjar til samstarv og menning, og har peningurin er oyramerktur til at fara til røkt av haganum og íløgur í at gera viðurskiftini fyri gongd í haga so góð og trygg sum møguligt fyri okkum og komandi ættarlið. Ferðavinnufelagið mælir til, at gjaldið verður eitt náttúrupass, sum ferðafólk kunnu keypa, um tey ætla sær út í føroysku náttúruna.
Gjøld eiga ikki at leggjast á ferðavinnuna við tí fyri eyga at fáa so nógvan pening sum gjørligt burtur úr hvørjum einstøkum ferðandi. Hetta hevði gjørt, at føroyska ferðavinnan hevði mist kappingarføri. Ferðavinnan er útflutningsvinna og er í kapping við allan heimin. Sum ferðamál eru Føroyar, sum er, eitt kostnaðarmikið ferðamál. Umframt at missa kappingarføri hevði Føroyar mist sína sjarmu sum ferðamál, um ferðafólk verða møtt av alskyns gjøldum, tá ið tey koma til Føroya. Vit hava, sum er, eitt lutfalsliga høgt ferðagjald á 65 kr. á øllum ferðaseðlum úr Føroyum.
Heldur enn at taka gjøld eiga vit at hava tilboð at bjóða ferðafólkunum, sum vit kunnu taka pening fyri. Tað hevði verið gleðiligt, um nýggja reglugerðin stimbraði hugin at menna ferðavinnutilboð kring landið og at gera íløgur í ferðavinnuna. Ein av fyrimununum við ferðavinnuni, fram um aðrar vinnur, er, at hon er sera arbeiðsskapandi, og at hon kann skapa arbeiði og trivnað kring alt landið.
Bóndir hava fram um onnur serliga góðar møguleikar at menna ferðavinnutilboð og at vinna pening upp á ferðavinnuna. Tilfeingið er beint við dyrnar og rávøran beint við hondina. Tað skuldi verið lag á manni hjá bóndunum at bjóða seg fram sum ferðavinnuveitarar. Tað eru tað fleiri sum gera, og tørvur er á fleiri, men tað krevur hug og vilja. Ein treyt fyri at vinna pening úr ferðavinnuni er, at tú gert íløgur í ferðavinnuna og bjóðar tænastur fram. Tú eigur ikki at kunna standa uttanfyri vinnuna og taka inn gjøld uttan at lata nakra tænastu afturfyri.