Arbeiðsgevarar lata væl at nýggju skipanini, sum er smidlig og viðgerðartíðin harafturat skjót.
Fyri at kunna taka ímóti starvsfólki, sum kemur til Føroya sbrt. nýggju fasttrack skipanini, skal fyritøkan fáa góðkenning frá Útlendingastovuni.
Síðani tann 18. november í fjør hava føroyskir arbeiðsgevarar havt møguleika at søkt um góðkenning til nýggju fast-track skipanina til starvsfólk úr 3. londum. Í dag eru 62 føroyskir arbeiðsgevarar á listanum.
Viðgerðartíðin av góðkenningini er skjót og tekur upp til bert 10 dagar.
Starvsfólkið søkir sjálvt um arbeiðsloyvi. Tað er gjøgnum danskar myndugleikar, men eisini har eru afturmeldingarnar góðar og viðgerðartíðin stundum styttri enn tann varskógvaði mánaðin, sum tað kann taka at viðgera eitt tílíkt loyvi.
Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI) hevur boðað Útlendingastovuni frá, at higartil eru avgreidd 167 arbeiðsloyvir eftir nýggju skipanini, og helst eru fleiri í viðgerð í løtuni.
Áðrenn nýggja skipanin kom í gildi, var støðan tarnandi fyri føroyska vinnu, sum ikki fekk sett øll neyðug størv. Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at arbeiðsgevarar nú lata væl at atgongdini til útlendsk starvsfólk.