Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett Gordon Rajani í starv sum ráðgeva í Vinnuhúsinum.
Gordon Rajani er útbúgvin Cand Merc. Aud. frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn í 2005. Hann hevur starvast sum grannskoðari undir og eftir lesnaðin, umframt at hava royndir frá føroysku fíggjarvinnuni, ávíkavist Kaupthing Banka og Eik Banka sum ráðgevi og deildarleiðari.
Gordon Rajani er settur í starv í sambandi við, at Felagið Peningastovnar gjørdi av at húsast saman við øðrum vinnufeløgum í Vinnuhúsinum. Gordon kemur m.a. at taka sær av Felagnum Peningastovnar.