Gott flogsamband tryggjar búskaparvøkstur

03. mai. 2010 | Tíðindi | Samhandil

Kanning hjá Dansk Industri (DI) vísir, at gott flogsamband út í heim kann vera við til at tryggja vøkstur, framleidni og vælferð. Orsøkin er, at flogsambandið lættir um altjóða handil og skapar møguleikar fyri løttum og góðum samskifti við keyparar og samstarvsfelagar annars.

Kjakið um týdningin av góðum og regluligum flogsambandi er íkomið eftir, at stórur partur av flogsambandinum í Evropa varð stórliga ávirkað av øsku frá eldgosinum í Íslandi.
Royndir frá Stóra Bretlandi vísa, at 10% betri flogsamband økir um framleiðni uppá longri sikt við 0,6% til 0,9%. Somuleiðis hevur hetta serliga stóran týdning fyri lond, sum hava nógvan samhandil við útheimin.
Í sambandi við at stórar altjóða fyritøkur taka støðu um staðseting av fyritøkum, er altjóða flutningssambandi avgerandi fyri avgerðina um, hvar besta staðið er til fyritøkuna. Í árligu kanningini European Cities Monitor, har 500 vinnulívsfólk meta um avgerandi viðurskifti í sambandi við staðseting av fyritøkum, svara millum 45% og 61% - alt eftir vinnugrein – at flutningssambandið við aðrar býir í landinum og aðrar býir í øðrum londum er avgerandi. Uppá spurningin, hvørjir býir í Evropa eru bestir at staðseta fyritøkur í, er svarið heilt greitt, at altjóða flutningssambandið frá býnum hevur størstan týdning, og tað er London, sum flest velja, sum bestu staðsetingina.
(Kelda: www.di.dk)

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya