Umboð fyri flestu leikarar í shippingvinnuni vóru við á sjóvinnutiltaki hjá UVMR
Hósdagin í farnu viku skipaði Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fyri tiltakið fyri leikararnar í føroysku shippingvinnuni.
Tiltakið var fyri vinnu, fakfeløg, viðkomandi myndugleikar, avvarandi landsstýrisfólk o.l., og var einamest ætla sum ein dagur, har hugt varð eftir, hvar vit eru í føroyskari shipping, og hvar skilagott er at fara. Støði varð í stóran mun tikið í Sjóvinnupolitikkinum, sum varð orðaður í 2017.
Á tiltakinum høvdu umboð fyri Sjóvinnustýrið, Reiðarafelagið fyri Handilsskip, Maskinmeistarafelagið, Vinnuháskúlan og TAKS innlegg, umframt at landsstýrisfólkini í ávikavist Uttanríkis- og Vinnumálum og í Mentamálum høvdu orðið.
Eftir tiltakið var breið semja um, at tílík tiltøk, har allir leikarar hittast, eru neyðug, og at eitt komandi tiltak kanska skal fevna breiðari og vera meira alment.