Greengate Incoming: Næstan alt avlýst í summar

06. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Greengate Incoming hevur mist at kalla allar bíleggingarnar í apríl, mai og juni. Nú vóna tey, at seinna helvt av árinum kann bjargast eitt sindur.

Alt bendi á, at 2020 skuldi gerast eitt gott ár hjá ferðaskrivstovuni, Greengate Incoming. Bíleggingarnar vóru nógvar, og tey vóru klár at taka ímóti ferðafólkunum, sum skuldu koma.

Ístaðin kom corona. Og so vendist alt á høvdið.

-  Virksemið er steðgað upp. Apríl, mai og juni eru stórt sæð farnir, og tað byrjar at máast burturav juli, august og september eisini, sigur Marni Hjalnafoss, marknaðarstjóri og annar av eigarunum í Greengate Incoming.

Apríl til oktober best

Høvuðsvirksemið hjá Greengate Incoming er at bjóða ferðir til Føroya og taka sær av m.a. flogferðaseðlum, gisting, útferðum og leigu av bili. Eisini samskipa tey ráðstevnur í Føroyum.

11 fólk starvast í fyritøkuni.

- Seinastu 2-3 árini hava verið sera góð. Tíbetur. Og ábendingar vóru um, at hetta árið fór at vera í minsta lagi eins gott og tey undanfarnu, sigur Marni Hjalnafoss.

Háárstíðin er frá apríl til oktober. Tað er har, Greengate Incoming tjenar sínar pengar.

Umsetningurin minkaður

Nú hava útlendsku ferðafólkini avlýst so at siga alt í apríl, mai og juni, og fleiri avlýsingar eru hinar mánaðirnar. Harumframt eru nakrar ráðstevnur, sum felagið tekur sær av, avlýstar og onkur útsett til 2021. So ein rættiliga stórur partur av umsetninginum er burtur.

-  Vit hava verið noydd at repa seglini. Øll starvsfólkini eru send til hús og í ALS-skipanina. Tey arbeiða nakrar fáar tímar um vikuna, tí virksemið kann ikki steðga upp, sigur Marni Hjalnafoss.

Tey eru í gongd við at fyrireika ferðaárið 2021 og arbeiða við marknaðarføringini. Nú seta tey sítt álit á, at næsta ár verður eitt gott ár ístaðin.

- Vit kunnu yvirliva við einum vánaligum ári við stuðuli frá hjálparpakkunum, men eg orki ikki at hugsa tankan, um 2021 eisini verður eitt vánaligt ár, sigur Marni Hjalnafoss.

Hjálparpakkar koma væl við

Tey eru fegin um møguleikan fyri, at starvsfólkini kunnu fara í ALS-skipanina, so tey sleppa undan at siga fólki úr starvi. Tó kundu tey hugsað sær, at starvsfólk kundu arbeitt nakrar tímar, uttan beinanvegin at verða mótroknað í ALS-gjaldinum.

Hjálparpakki 2, sum varð almannakunngjørdur fríggjadagin, fer Greengate Incoming eisini at hava brúk fyri. Har kunnu smærri fyritøkur, sum hava mist stóran part av umsetninginum, fáa stuðul til fastar útreiðslur.

Greengate hevur nógvar fastar útreiðslur til eitt nú bókingarskipan, bókhaldsskipan, húsaleigu og marknaðarføring. Tí kemur tað væl við at fáa hjálp til hendan partin, sigur Marni Hjalnafoss.

Rakar samstarvsfelagar

Skrædlið rakar ikki bara Greengate Incoming. Tað hevur eisini avleiðingar fyri ferðaleiðarar, bussfyritøkur, gistingarhús og matstovur, sum tey samstarva við.

Marni Hjalnafoss vónar, at myndugleikarnir støðugt fylgja gongdini og kunnu hjálpa, soleiðis at bæði tey og aðrir veitarar í ferðavinnuni hóra undan.

Hjá Greengate Incoming tora tey onki at spáa um útlitini fyri seinnu helvt av 2020.

- Nakrar bókinar eru fyri juli, august og september, og vit vóna, at hesir mánaðirnir kunnu bjargast. Men vit vita, at vit missa ein stóran part av umsetninginum í ár, sigur Marni Hjalnafoss.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L