Timburmadur

Greining: Útlendsku starvsfólkini stóran búskaparligan týdning

24. juni. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nýggj búskaparlig greining vísir, at útlendsk starvsfólk hava stóran týdning fyri føroyska búskapin. Lutfalsliga stórur partur av útlendingunum koma til Føroya í arbeiðsørindum, og tað er eisini við til at økja um positivu ávirkanina á búskapin

Útlendsku starvsfólkini hava stóran týdning fyri føroysku vinnuna og føroyska búskapin. Tað vísir ein greining, sum Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevur gjørt fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Týðandi leiklut
Greiningin staðfestir, at útlendsku starvsfólkini, ið eru komin til Føroya at arbeiða, hava havt ein týðandi leiklut í búskaparliga framburðinum í Føroyum seinastu 10 árini. Útlendsku starvsfólkini hava verið ein fortreyt fyri tí stóra búskaparvøsktri vit hava sæð í hesum tíðarskeiðnum. Ein meting, ið við fyrivarnum byggir á samanberingar við Danmark, vísir, at tey 2000 útlendsku starvsfólkini, sum eru komin til Føroya at arbeiða, góvu eitt íkast til BTÚ, sum svarar til 2 milliardir krónur í 2023. Greiningin vísir eisini, at útlendsku starvsfólkini bøttu munandi um úrslitið hjá almennu kassunum, sannlíkt við 200-300 milliónum krónum í 2022.

Fleiri útlendsk starvsfólk
Í Føroyum er talið av løntakarum við útlendskum ríkisborgaraskapi økt frá áleið 2,5  prosentum til umleið 7 prosent í 2024. Til samanberingar eru 23 prosent av løntakarunum í Íslandi útlendskir ríkisborgarar, meðan tað í Danmark eru 13 prosent.

Grundleggjandi eru tveir bólkar av útlendskum starvsfólkum í Føroyum, tey ófaklærdu og tey vælútbúnu. Størstu tilflytaralondini í Føroyum eru Filipsoyggjarnar, Rumenia og Pólland.

Loysa stóra starvsfólkatørvin
Serliga eru tað arbeiðsgevarar innan ferðavinnuna, fiskivinnuna, byggivinnuna og alivinnuna, sum hava nógvar útlendingar í starvi í Føroyum. Seinastu nógvu árini hava serliga alivinnan og ferðavinnan troytt vakstrarmøguleikar við stórum íløgum. Men bæði maskinur og tól krevja arbeiðshendur, og har hava útlendsku løntakararnir verið avgerandi fyri, at hesar vinnur ikki fingu stórar avbjóðingar við at manna størvini.

Johnny í Vinnukikaran
Seinni hesa vikuna ber til at hoyra eina longri samrøðu í Vinnukikaranum við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um nýggju greiningina. Vinnukikarin er poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, sum setur kikaran á ymiskar tættir í vinnuni í Føroyum. Tú kanst millum annað lurta eftir poddvarpinum á Apple Podcast og Spotify. Her ber eisini til at hoyra aðrar Vinnukikarar: Leinkja: https://www.buzzsprout.com/2300165

Les notatið her

Annað á breddanum

  1. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið hava handað krøv

    Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið eru byrjaðar, tá partarnir mikudagin 20. november handaðu hvørjum øðrum krøv fyri sáttmálarnar hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

    20. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Starvsfelagið Handa Krøv
  2. Flogternur fingið nýggjan sáttmála

    Semja um sáttmálan fyri flogternur er undirskrivað

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Súlan
  3. Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogteknikarar

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Flogteknikarir