Rfh2

Grøna orkuskiftið á sjónum sett ovast á breddan

16. juni. 2024 | Tíðindi | Shipping

Herfyri skipaðu Reiðarafelagið fyri Handilsskip og DNV fyri einum tiltaki um grøna orkuskiftið á sjónum

Týsdagin 4. juni skipaði Reiðarafelagið fyri Handilsskip saman við DNV fyri tiltaki um grøna orkuskiftið á sjónum.

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, legði út við at greiða frá um altjóða krøv, sum øll handilsskip skulu fylgja. Síðani lýsti hann tær íløgur, sum bæði Skansi og Smyril Line hava gjørt í nýggja tøkni, sum t.d. battarískipan, landstreym og motorar, ið nýta metanol.

Nakrar óvissur
Arnstein Eknes, Segment Director hjá DNV, vísti á, hvat er í væntu í sambandi við orkunýtslu og orkuskiftið á sjónum. Hann fortaldi, at tað framvegis er stór óvissa knýtt at ymisku tøkniligu loysnunum og hvussu alternativ brennievni verða breidd út í heiminum. Tó eru fleiri tillagingar, sum reiðarí kunnu gera longu nú, og sum kunnu bøta nógv um verandi støðu.

Arnstein væntaði, at fiskavinnan í framtíðini annaðhvørt beinleiðis við altjóða krøvum ella óbeinleiðis við kundakrøvum, skal lúka líknandi krøv, sum handilsskip hava í dag .

Stórar avbjóðingar
Tað er greitt, at tað standa stórar avbjóðingar fyri framman hjá handilsskipum,so hvørt nýggj altjóða krøv verða sett í gildi. Hetta merkir, at reiðarí, veitarar og myndugleikar mugu brynja seg til nýggjar avbjóðingar innan grøna orkuskiftið. Tiltakið hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip og DNV hevði til endamáls at seta gongd á kjakið um hetta evnið í Føroyum og at varpa ljós tær loysnir, sum kunnu stuðla undir tað grøna orkuskiftið á sjónum.

Umboð fyri flutningsvinnuna, veitaravinnuna, myndugleikar og skúlaskipanina tóku lut á tiltakinum, sum varð sera væl vitjað.

Annað á breddanum

  1. Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

    Setið kross í kalendaran 28. februar, tá árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

    13. Januar. 2025 | Havbúnaður
    Billede1
  2. Nýggjur samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum

    Vinnuhúsið hevur sett Áka Leitisstein Hansen í starv sum samskiftisráðgeva

    13. Januar. 2025 | Almenn tíðindi
    Áki Leitisstein Hansen Vika 3
  3. Nýggjur faldari til útlendsk starvsfólk

    Vinnuhúsið og Útlendingastovan hava í samstarvi gjørt nýggjan faldara til útlendsk starvsfólk.

    06. Januar. 2025
    14Df86a26f309af3d8b49339cbf17f39464397f5 W1152 H0 Fs