Grundlógardagur

05. juni. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Grundlógardagur er hálvur frídagur, ásettur við lóg.

Hetta merkir at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hendan dagin eftir kl. 12 verður lønt við dupultari normalløn so leingið halgan varðar.

Tó, hjá teimum, sum eru fevnd av sáttmálunum á fíggjar- og tryggingarøkinum, er hann heilur frídagur sambært sáttmála.

Feløgini, sum eru fevnd av omanfyrinevndu sáttmálum eru:

- Bank Nordik

- Eik Banki Føroya

- Norðoya Sparikassi

- Suðuroyar Sparikassi

- Elektron

- Tryggingarfelagið Føroyar

- Føroya Lívstrygging

- Trygd

Hetta merkir at átrokandi arbeiði hjá hesum feløgum, sum verður gjørt hendan dagin verður lønt við dupultari normalløn so leingið halgan varðar.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya