Billede
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hækkað gjøld geva færri íløgur og minni vøkstur

23. september. 2024 | Áskoðan | Almenn tíðindi

Tað tyngir virksemið hjá nógvum fyritøkum, at politiska skipanin hevur hækkað munandi um fleiri gjøld.

Til dømis dýrkaðu orkugjøldini nógv, umframt at kostnaðurin av sjúkradagpeningarskipanina eisini varð hækkaður. Roknistykkið er einfalt: Hækkaði gjøld á vinnuna geva færri íløgur og minni vøkstur.

Tað segði Jón Sigurðsson millum annað í røðu síni á Vinnudegnum fríggjadagin.

Nøkur góð stig tikin
Hann helt eisini, at samanumtikið hevur tað verið lítið framfýsni á vinnupolitiska økinum seinasta árið. Kortini vóru onkur góð stig tikin, hóast alt.

Fyri fyrstu ferð í nógv ár er lønarskatturin lækkaður, serliga hjá lág- og miðalløntum. Ynskiligt hevði verið, at hann var enn størri. Eisini eru fyrstu fetini tikin at javnseta skattingina, um tú arbeiðir í Føroyum ella tú arbeiðir uttanlands. Hetta, at lækka og javnseta lønarskattin hevur verið eitt ynski hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi í mong ár, so hetta fegnast vit sjálvandi um”, segði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Vinnukarmar í fremstu røð
Jón Sigurðsson vísti eisini á, at vit í Føroyum eiga at miða eftir at fáa teir allarbestu vinnukarmarnar. Tað er avgerandi fyri at økja um kappingarførið hjá Føroyum um at fáa fólk og fyritøkur at velja okkara land sum teirra stað at búgva og at virka. Og bara soleiðis økja vit um føroyska búskapin og vælferðina.

”Røddirnar um okkara skinkllutta búskap og eitt nýtt Exit Føroyar ræða. Kemur ikki ein broyting skjótt, so verða tað arbeiðsgevararnir og løntakararnir, sum mugu lyfta alla byrðina”, segði hann í røðu síni.

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)