Hagstovan

Hagstovan kannar nýskapan í Føroyum

23. oktober. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi | Burðardygd

Privatir og almennir arbeiðsgevarar hava í hesum døgum fingið eitt spurnarskjal frá Hagstovuni, sum kannar um nýskapan er á sama stigi í Føroyum sum í øðrum londum.

Í privata geiranum verður kannað, hvussu privatar fyritøkur menna nýggjar vørur og tænastur til marknaðin. Hugt verður harumframt at nýskapanartilgongdum, íløgum í nýskapan, fígging av nýskapan, samstarvinum um nýskapan og arbeiðsgongdum til at fremja nýskapan.

Í almenna geiranum verður kannað, hvussu nýskapan sæst aftur innan tilgongdir, arbeiðshættir, vørur, tænastuveitingar ella sum samskiftisháttur við onnur.

Vit fegnast um, at nýskapan við hesum kemur á breddan,  og at vit við kanningini fáa innlit í støðuna í Føroyum. Vit vita, at vit eiga nógvar virkisfúsar og dugnaligar fyritøkur, og tí er áhugavert at síggja úrslitið av hesi kanning, sigur Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kanningin er send til tær størru fyritøkurnar í Føroyum, umframt eitt úrval av smærri fyritøkum. Allar vinnugreinar eru umboðaðar, so til ber at samanbera nýskapanina tvørtur um vinnugreinar.

Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingarráðið og Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan. Talan er um tvey ymisk spurnabløð, eitt til fyritøkur og eitt til stovnar. Spurnarkanningarnar verða gjørdar árliga.

Til ber at lesa um kanningina av nýskapan í Føroyum á heimasíðuni hjá Hagstovuni her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya