Fyri kortum kundu vit staðfesta, at Føroyar lækkaði eitt stig á Moodys-listanum, og at Moodys metir, at útlitini hjá føroyska búskapinum eru broytt frá stabil til negativ. Hetta sýnist ikki at hava ávirkað dagskránna í politisku skipanini, sum seinastu vikurnar ikki hevur gjørt annað enn egnt til val.
Orsøkin til, at føroyski búskapurin fellur, í meting Moodys, er stóra hallið á fíggjarlógini og manglandi politiskar ætlanir fyri, hvussu hallið skal fáast burtur. Einki hoyrist um, at hetta faktum hevur ávirkað raðfestingarnar hjá politisku skipanini.
Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar kjak um føroyska búskapin og undrast á, at einki kjak hevur verið um fíggjarligu støðuna í landinum, og hvat skal gerast fyri at sleppa undan, at føroyski búskapurin til næstu meting Moodys ikki lækkar enn eitt stig.
Fleiri stórmál hava verið á politisku dagsskránni seinastu nógvu árini, men staðfestast kann, at torført er at fáa politiskar semjur, sum gera nakað munagott í mun til fíggjarligu støðuna hjá landinum.
Sera gott dømi um hetta er eftirlønarreformurin. Upprunaliga var eftirlønarreformurin gjørdur soleiðis, at frá fyrsta árinum eftir, at hann var komin í gildi skuldi jaliga ávirkanin á fíggjarlógina síggjast.
Nú lóggávan kring eftirlønarreformin er løgd fyri tingið eftir, at politiskur fylgibólkur hevur trekt allar tenninar úr uppskotinum kann staðfestast, at so verður ikki. Heldur hinvegin. Og fyri at fíggja hetta hevur politiski fylgibólkurin givið okkum øllum ein munandi meirskatt í staðin fyri.
Hetta er dømi um politiska handalagið og evnini at gera ætlanir fyri at fáa føroyska búskapin aftur á beint.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jóhan Páll Joensen, sigur, “at tað sýnist sum um, at politiska skipanin hevur mist samband við veruleikan, vit liva í. Einki orð er at frætta av Løgtingi um, hvussu búskaparligu avbjóðingarnar skulu taklast, meðan verða lógaruppskot samtykt, sum áleggja vinnuni og landinum meirútreiðslur . At tað stundar til val sæst á øllum brøgdum”.